U19-hondbóltsgentur: Tap uttan týdning

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroysku U19-kvinnurnar spældu leygardagin dyst móti Týsklandi. Dysturin hevði ikki stórvegis týdning, og taptu okkara eisini greitt, 33-22.

Týskland byrjaði við sterkari verju. Føroyar stríddust við at útnytta plássið á miðjuni og komu fá mál fyrstu løtuna. Gylta á Neystabø stóð væl í málinum og var ein orsøk til, at okkara megnaðu at fylgja við fyrstu 20 minuttirnar.

Hálvleiksstøðan var 12-8 til Týskland. Í seinna hálvleiki gekk verri. Føroyar gjørdu heili 29 tekniskar villur, og týskararnir fingu nógv løtt mál.

Verjan var størsta avbjóðingin. Okkara lótu inn 21 mál í seinna hálvleiki.

Joan Johannesen varð vald besti leikari hjá Føroyum. Hon gjørdi 8 mál.

Nú skulu okkara spæla um plássini 13-24 í EM-endaspælinum, har tey ovastu plássini geva møguleika at koma til HM í 2025.

Okkara U19 gentur spæla í dag klokkan 13.30 føroyska tíð móti Finnlandi

Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com fyir gjald.


Dystargongdin Føroyar – Týskland:
5 min. 1-1
10 min. 3-4
15 min. 4-6
20 min. 7-9
25 min. 7-12
30 min. 8-12
35 min. 9-16
40 min. 13-21
45 min. 15-24
50 min. 17-28
55 min. 18-31
60 min. 22-33

Málskjúttar hjá Føroyum:
Joan Johannesen 8
Rakul Borgarlíð Joensen 3
Katrin Hansen 2
Mira Bendix Laursen 2
Fjóla Skaalum Vilhelm 2
Sára Berg á Lag 2
Silja Geirsdóttir Eystberg 1 (1)
Rakul Christiansen 1
Agatha Djurhuus 1



Føroyski hópurin – EM U19 gentur

Málverjar:
Anita Dahl, H71
Gylta á Neystabø, Kyndil

Útileikarar:
Sára Berg á Lag, H71
Silja Geirsdóttir Eystberg, EB
Fjóla Skaalum Vilhelm, H71
Elida Joensen, H71
Katrin Hansen, Kyndil
Ró Reginsdóttir, Neistin
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF
Marta Højgaard, H71
Karin Fossabrúgv, H71
Joan Johannesen, Kyndil
Mira Bendix Laursen, Kyndil
Marjun Jansdóttir, Kyndil
Agatha Djurhuus, VB
Rakul Christiansen, H71


Venjari: Agnar Joensen
Hjálparvenjari: Scott Harrington
Málmansvenjari: Mladen Mjerimacka
Fysioterapeut: Gurið Augustinussen
Hjálpari: Angelie Joensen


Dystarskráin hjá Føroyum er hendan:

Mikudagin 9. juli
Rumenia -Føroyar 31-25 (14-13)

Hósdagin 10. juli
Spania – Føroyar 23-16 (8-6)

Leygardagin 12. juli
Kl. 13.30 Føroyar – Týskland 22-32 (8-12)


Kappingin kann stroymast á ehftv.com. Fyri at stroyma krevst at skráseta seg sum brúkara og eitt gjald fyri hvønn dyst.