U19 smurdi Meksiko av

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

U19-dreingirnir vunnu í dag lættliga móti 41-16 móti Meksiko í fyrsta dystinum í Presidents Cup í HM-endaspælinum í Egyptalandi. Hálvleiksstøðan var 19-6.

Jákup Egholm var greiður toppskjútti í dagsins dysti við heili 11 málum, harav 10 vóru brotskøst.

  • Jákup Egholm – 11/12 (92%)
  • Líðar í Dímun – 6/6 (100%)
  • Helgi Halldórsson – 4/4 (100%)
  • Filip Haldansen – 4/4 (100%)
  • William Djurhuus – 4/7 (57%)
  • Torkil Dahl – 3/3 (100%)
  • Haraldur Karlsson – 2/3 (67%)
  • Magnus Árason – 2/3 (67%)
  • Pauli Rasmussen – 2/4 (50%)
  • Rúnar Hammer – 1/1 (100%)
  • Fríđi í Innistóvu – 1/2 (50%)
  • Jógvan Andreas Lamhauge – 1/5 (20%)
  • Erlingur Erlendsson
  • Jón Midjord
  • Ingi Johannesen (má)
  • Bjarni Jacobsen (má)

Í Presidents Cup spæla tey londini, sum ikki komu víðari til millumumfarið, um plássini frá nummar 17 til nummar 32.

Føroyar høvdu tvey stig við sær úr bólkaspælinum fyri sigurin móti Uruguai, og við sigrinum móti Meksiko, hava teir nú 4 stig. Í morgin klokkan 15.15 spæla Føroyar avgerandi dystin í bólki D móti Argentina, sum eisini hevur 4 stig.


Stigatalva Presidents Cup Bólkur

DVJTM+M-MunurStig
Føroyar22007433+414
Argentina22006836+324
Uruguay20023764−270
Meksiko20023278−460