Seinnapartin mánadagin fór U21-landsliðið, við Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen á odda, undir fyrireikingarnar til fyrsta EM-undankappingardystin í hesum umfarinum.
Fríggjadagin tekur føroyska liðið ímóti Andorra við Djúpumýru í Klaksvík, men tað verður uttan risan í verjuni, Samuel Johansen Chukwudi úr HB. Samuel stríðist við ein vøddaskaða, og verður tískil ikki tøkur til komandi uppgávu.
Í staðin hevur Eyðun Klakstein, venjari, sent boð eftir Áka Johannesen úr B68.
U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Andorra verður við Djúpumýru í Klaksvík fríggjadagin 16. juni klokkan 18. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo.
Hini londini í bólkinum eru Portugal, Kroatia, Grikkaland og Belarus.
Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo