Vit skulu skrúva tíðina aftur til 11. august í 2010, tá føroyska U21-landsliðið seinast møtti Andorra í EM-undankappingardysti. Dysturin varð spældur á Ovara vølli í Gundadali, og úrslitið móti lítla fjallalandinum millum Spania og Frankaríki gjørdist 3-1 til Føroyar.
Tað var annars Andorra, ið var á odda í steðginum, men tá dysturin var av, høvdu Wentzel Ragnarsson, Rógvi Baldvinsson og Kristoffur Jacobsen við hvør sínum máli syrgt fyri, at øll stigini vórðu verandi í Føroyum.
Eitt lítið ár frammanundan møttust liðini í Andorra, og tá endaði við javnleiki 1-1. Føroyski málskjúttin ta ferðina var Jóan Símun Edmundsson.
Fríggjadagin byrjar so ein nýggj EM-undankapping, og eins og fyri skjótt fjúrtan árum síðani, eru Føroyar og Andorra aftur í sama bólki.
Føroyski hópurin savnaðist mánadagin, og síðani hava í alt fýra venjingar verið á skránni, sum hava verið í Klaksvík og á Tórsvølli. Og sum heild eru allir væl fyri og klárir til komandi uppgávu við Djúpumýru í Klaksvík.
– Eg vænti, at vit koma at hava nakað av spæli, men teir duga eisini at spæla bólt. Andorra fekk eitt rættiliga gott úrslit í fyrsta dystinum – javnleik móti Hvítarusslandi. Tað verður helst ein lívligur fótbóltsdystur, og so vóna vit sjálvandi, at vit kunnu verða tað betri og fáa tað at koppa til okkum og vinna. Tað er í øllum førum tað, vit fara eftir, segði venjarin, Eyðun Klakstein millum annað við portal.fo fyrr í vikuni.
U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Andorra byrjar klokkan 18:00. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo. Kostnaðurin er 95 krónur.
Kelda og mynd: Hans Erik Danielsen/FSF