
Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Janus Dam Djurhuus og Kristoffur Bjørgvin aftaná 23-26 (10-13) tapið fyri Danmark, ið merkir, at Føroyar skulu spæla um sjeynda plássið í U21 HM-endaspælinum. Janus heldur fyri, at tað er altíð keðiligt at tapa fyri stórabeiggja. Hann og Kristoffur undirstrika, at teir fara nú eftir at tryggja Føroyum sjeynda plássið í kappingini.
Mynd: Sjúrður H. Hoydal