U21-hondbóltsmenninir kortini til HM

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eitt avboð ger, at føroysku U21-manslandsliðið í hondbólti kortini skal til HM-endaspælið í Póllandi í summar.

Okkara U21 vóru akkurát ov stuttir í EM-endaspælinum í summar at tryggja sær HM-pláss. Men sleppa nú kortini við, tí avboð er komið frá umboðnum úr Oceania, Ný Sæland.

Lutakastið hevur longu verið, og Føroyar eru í bólki F saman við Íslandi, Norðurmakedonia og Rumenia.

Mótstøðuliðini hjá Føroyum endaði soleiðis í EM-endaspælinum í 2024: Ísland nummar 7, Norðurmakedonia nummar 9 og Rumenia nummar 16. Føroyar vóru nummar 18 av teimum 24 londunum.

Bólkarnir í HM endaspælinum eru hesir:

Bólkur A: Noreg, Pólland, Slovenia, Uruguai
Bólkur B: Eysturríki, Ungarn, Argentina, Brasil
Bólkur C: Svøríki, Japan, Suðurkorea, USA
Bólkur D: Portugal, Kroatia, Algeria, IHF Trophy vinnarin
Bólkur E: Danmark, Frakland, Marokko, Meksiko
Bólkur F: Ísland, Norðurmakedonia, Rumenia, Føroyar
Bólkur G: Týskland, Tunesia, Serbia, Sveis
Bólkur H: Spania, Egyptaland, Barain, Saudiarabia

HM verður leikt í fýra býum í Póllandi, Plock, Sosnowiec, Katowice og Kielce dagarnar 18. juni – 29. juni.