,

U21-hondbóltur á stórskíggja í Vágsbotni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fjórðingsfinalan í U21 HM-kappingini í hondbólti hjá monnum millum Føroyar og Slovenia hósdagin 26. juni verður víst beinleiðis á stórskíggja í Vágsbotni.

Dysturin byrjar klokkan 20.00.

Føroyar hava staðið seg avbera væl í kappingini og eru nú millum tey seinastu átta liðini, sum framvegis kappast um heimsmeistaraheitið.

Vinnarin av dystinum hósdagin spælir fríggjadagin hálvfinalu móti vinnaranum av dystinum millum Portugal og Egyptaland.

Kappingin endar við finalu sunnudagin 29. juni.