U21 landsliðið í áhugaverdan EM-undanbólk

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

U21-manslandsliðið í fótbólti kom í bólk C saman við Fraklandi, Sveis, Íslandi, Luksemborg og Estlandi í EM-undankappingin til EM í 2027.

Tað gjørdist greitt, tá ið lutakastið til EM-undankappingina var í Nyon í Sveis í morgun.

Undandystirnir verða spældir í ár og næsta ár. EM-endaspælið verður í Albania og Serbia í 2027.

Góðu úrslitini hjá føroyska U21-landsliðnum hava havt við sær, at Føroyar eru farnar seks pláss fram á UEFA-styrkislistanum og vóru tí í styrkisbólki 4 av 6.

Landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, segði undan lutakastinum, at hann vónaði at koma í ein bólk við seks londum, og at lutakastið verður gott ítróttaliga.

Nú lutakastið hevur verið kann so staðfestast, at U21-mennirnir komu í ein bólk við seks londum. Verður hugt eftir tí ítróttaliga, so fyri tað mesta talan um lond í vesturevropa, og tað merkir, at styttri er at ferðast til dystirnar. Føroyar hava uttan iva best møguleika fyri góðum úrslitum móti Luksemborg og Estlandi.


Av 55 limalondum í UEFA er 51 lond við í undankappingini. Liktinstein hevur ikki meldað til, Russland er fyribils útihýst, og vertslondini Albania og Serbia hava tryggjað pláss í endaspælinum.

Undankappingin verður skipað í níggju bólkar, og eftir lutakastið skulu londini semjast um dystarskránna.


Her síggjast allir bólkarnir