Vit skrivaðu í gjárkvøldi, at U21-landliðsleikarin í hondbólti, Høgni Heinason, var fyrsta pisan á Glasi.
Á Kambsdali var ein annar U21-landsliðsleikari í hondbólti, strandingurin Sofus í Selvindi, ársins fyrsta pisa, tá ið hann seinasta fríggjadag fekk húgvuna á høvdið eftir lokna munnliga próvtøku í virkisbúskapi.
U21-landsliðið í hondbólti fer til Póllands í næstu viku at spæla HM-endakapping, og tí eru próvtøkurnar hjá teimum lagdar soleiðis, at teir kunnu spæla fyri Føroyar .
Eftir próvtøkuna var farið útum í góðveðrið, har Sofus sum ársins fyrsta pisa heysaði Merkið upp í flaggstongina.
Endaárgangurin á Kambsdali í ár er sera stórur. Gongur alt eftir vild komandi tríggjar vikurnar, so standa 151 nýklæktar pisur á Syðrugøtusandi 25. juni, tá pisufundur verður.


