Hetta er tíðin, tá ið pisurnar verða floygdar. Í dag fekk fyrsta pisan húgvuna á høvdið á Glasi. Tað var Høgni Heinason úr 22m á búskaparbreytini.
Familja og vinir tóku ímóti Høgna, tá ið hann kom út frá seinastu próvtøkuni, og mamman gav honum húgvuna á høvdið.
Høgni spælir við føroyska U21 hondbóltslandsliðnum, sum fer til Póllands í næstu viku at spæla HM-endakapping. Fleiri landsliðsfelagar vóru komnir á Glasir at taka ímóti Høgna og ynskja honum til lukku við próvnum.
Una Joensen, rektari á Glasi, ynskti eisini Høgna til lukku. Sum fyrsta pisa, fekk Høgni heiðurin at vinda Merkið á stong á Glasi við góðari hjálp frá Gregori Hentze, húsavørði.
Niðanfyri er eitt sjónband frá fagnarløtuni hjá Høgna.