HM-endapæli – U21 menn – Hondbóltur
Føroyar – Ísland 35-35 (21-19)
Føroyar spældu fyri løtu síðan javnt 35-35 móti Íslandi í HM fyri U21-menn. Óli Mittún javnaði við brotskastið í seinastu løtu, og javnleikurin er sera týðandi fyri møguleikarnar at koma víðari í millumumfari.
Føroyar komu fram um 2-0, og vóru eftir tað framman heilt fram móti endanum av dystinum. Í hálvleikinum vóru Føroyar frammanfyri 21-19.
Munurin lá fyri tað mesta á umleið trimum málum, og hjá Føroyum gekk Óli Mittún undan við at skjóta mál.
Eftir eina løtu fóru íslendingar tó fram at mansverja Óla Mittún, og tað hjálpti hjá teimum. Okkara menn hildu tó tørn leingi, og aðrir fóru at skora mál. Millum annað skoraði Ísak Vedelsbøl fleiri mál, harav nógv við brotskasti.
Íslendingar løgdu nógv fyri í seinna hálvleiki at koma aftur í dystin, og nakrar ferðir komu teir niður á eitt mál, og tá ið seks minuttir vóru eftir, javnaðu teir til 32-32.
Seinasta løtan gjørdist sera spennandi. Eina løtu skiftust millum at vera javnt, og at Føroyar vóru frammanfyri við einum máli.
Tá ið hálvurannar minuttur var eftir kom Ísland fyri fyrstu ferð fram um 35-34, og álopið eftir brendi Óla Jákup Gaard av høgra veingi.
Íslendingar skoraðu ikki í sínum seinasta álopi, og við fáum sekundum eftir settu føroyingar og Óli MIttún nógva ferð á fram eftir vøllinum, og ein íslendingur steðgaði Óla so ógvusliga á miðum vølli, at dómararnir dømdu brotskast til Føroyar og reytt kort.
Óli sendi brotskastið í málið og tryggjaði harvið Føroyum eitt sera týðandi stig.
Seinni í dag spæla Norðurmakedonia og Rumenia í okkara bólki. Føroyar spæla aftur leygardagin 10. 45 móti Rumenia.
Føroyskir málskjúttar
- Óli Mittún – 11/15 (73%)
- Isak Vedelsbøl – 10/11 (91%)
- Trúgvi Hávardsson – 4/5 (80%)
- Høgni Heinason – 4/6 (67%)
- Høgni Højsted – 2/4 (50%)
- Rókur Ziskason – 1/2 (50%)
- Búi Poulsen – 1/4 (25%)
- Óla Jákup Gaard Olsen – 1/3 (33%)
- Rói Hjaltason Seyer – 1/1 (100%)
- Eyðbjørn Danielsen – 0/0 (0%)
- Tróndur Johnsson – 0/0 (0%)
- Niklas Gaard – 0/0 (0%)
- Sofus I Selvindi Nattestad – 0/0 (0%)
- Tóki Fríðriksson – 0/0 (0%)
- Aleksandar Lacok (má) – 0/0 (0%)
- Tórstein Sivertsen (má) – 0/0 (0%)