U21 tapti týdningarleysan dyst móti Danmark

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

HM-millumbólkur 3
Danmark – Føroyar 41-32 (20-17

Føroyska U21-landsliðið tapti í dag 32-41 fyri Danmark í seinasta dystinum í bólkaspælinum í HM. Tað var ein týdningarleysur dystur, og Føroyar spardu leikarar og royndu nógv ymiskt.

Tað var tó eisini nógv gott at síggja í álopinumm. Føroyar skoraðu millumanna 32 mál, hóast fleiri lyklaleikarar fingu tiltrongda hvíld.undan fjórðingsfinaluni móti Slovenia hósdagin.

Men Føroyar fingu ongantíð fatur í verjupartinum, og danir skoraðu bæði í fyrstu og aðru bylgju, ofta eftir føroysk mistøk.

Føroyar vóru væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var 20-17 til Danmark, men í seinna hálvleiki øktist munurin.

Hóast tapið vóru einstakir leikarar eyðsýndir. Óla Jákup Gaard Olsen skoraði seks mál uppá sjey skot og varð valdur til dagsins spælara. Trúgvi Hávardsson, Høgni Heinason og Tróndur Johnsson høvdu eisini góðar løtur.

Nú snýr tað seg alt um Slovenia. Dysturin verður spældur hósdagin klokkan 17.30 føroyska tíð. Slovenia vann sín bólk, so tað verður ein torfør uppgáva.


Føroyskir málskjúttar

  • Óla Jákup Gaard Olsen – 6/7 (86%)
  • Óli Mittún – 3/3 (100%)
  • Tróndur Johnsson – 3/6 (50%)
  • Trúgvi Hávardsson – 3/4 (75%)
  • Rói Hjaltason Seyer – 3/4 (75%)
  • Búi Poulsen – 4/7 (57%)
  • Rókur Ziskason – 3/5 (60%)
  • Høgni Heinason – 2/3 (67%)
  • Sofus I Selvindi Nattestad – 2/3 (67%)
  • Tóki Fríðriksson – 2/2 (100%)
  • Eyðbjørn Danielsen – 1/1 (100%)
  • Niklas Gaard – 0/0 (0%)
  • Høgni Højsted – 0/0 (0%)
  • Isak Vedelsbøl – 0/0 (0%)
  • Aleksandar Lacok (má) – 0/0 (0%)
  • Tórstein Sivertsen (má) – 0/0 (0%)

Stigatalva í millumbólki 3

DVJTM+M-MunurStig
Danmark330011393+206
Føroyar32019596-14
Frakland31029896+22
Rumenia300391112-210