Tíggju fólk eru deyð og 42 eru ikki komin afturíaftur, eftir at vatnbyrgingin nærhendis bygdini Novodarivka á Mokri Jaly-ánni í Ukraina varð sprongd í gjár.
Tað sigur ukrainski innanríkisráðharrin, Ihor Klymenko, sambært The Kyiv Independent, skrivar Berlingske.
Sambært ukrainska miðlinum, so eru eisini fleiri deyð í russisk hersettu síðuni av Dnepr-ánni.
Tað var fyri góðari viku síðan, at Kakhovska-byrgingin bleiv sprongd, men sambært fleiri miðlum, so byrjar tað at fjarða, hóast nógv yvirflóð enn er í Kherson-økinum.
Bretski miðilin The Guardian skrivaði fyrr í dag, at tað ikki longur er vandi fyri, at tað ikki er nóg mikið av vatni at køla Zaporizhzhya-kjarnorkuverkið niður.
Spreingingin týsdagin í farnu viku hevur havt við sær, at fleiri hava latið lív, nógv fólk máttu flýggja úr hús og heimi, fleiri 100.000 hús stand undir í vatni umframt eina náttúruvanlukku.
Soleiðis sá tað út fyri einari viku síðan, eftir at Kakhovska-byrgingin varð sprongd: