Týska blaðið Der Spiegel skrivar, at ein ukrainskur maður er handtikin í Italia, tí hann er undir ilgruna fyri at hava verið við í sabotasjuni móti Nord Stream-rørleiðingunum í 2022.
Maðurin, sum er í 30-árunum, skal hava verið partur av einum lítlum toymi, sum við dykkaútgerð og sprongievni fór út við einum leigaðum seglbáti úr Týsklandi. Sambært Der Spiegel er hann undir illgruna fyri at hava verið við til at leggja sprongievni á botnin av Eystursjónum.
Týska løgreglan hevur í langa tíð kannað málið, og nú er ukrainin handtikin í Italia eftir altjóða handtøkuboð. Sambært Der Spiegel er hetta týðandi framgongd í málinum, sum hevur verið duld og politiskt viðkvæmt.
Talan er um eina av størstu sabotasjum móti evropeiska orkuundirstøðukervinum í nýggjari tíð. Enn er ógreitt, hvør stóð aftanfyri, men hendan handtøkan kann seta nýtt ljós á málið.