Tær seinastu vikurnar eru alsamt fleiri ukrainskir býir og bygdir fríað frá russiskum valdi, men hetta er bara ein partur av ukrainska mótálopinum.
Tað sigur ukrainski verjumálaráðharrin, Oleksij Reznikov, við Financial Times. – Tá ið tað hendir, so fara tit øll at síggja tað. Øll fara at síggja alt, sigur hann.
Sambært ukrainska verjumálaráðharranum, so er hernaðarligi tiltaksherurin hjá Ukraina, ið hevur fingið venjing og útgerð frá Nato-londunum, sum enn ikki er blivin brúktur í mótálopinum enn, sigur hann í samrøðu við Financial Times.
Bretska verjumálaráðið sigur, at ukrainska mótálopið hevur higartil gjørt, at Ukraina hevur endurtikið umleið 300 ferkilometrar frá Russlandi. Tað er umleið tað dupulta av, hvat almennar útsagnir úr Ukraina siga.
Hóast hetta, so sigur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, at ukrainska mótálopið hevur gingið seinni enn væntað, skrivar Financial Times.