Umboðmaðurin gevur Gerðisgarði góð skotsmál

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgtingsins umboðsmaður letur sum heild væl at umstøðunum á Gerðisgarði í Skálvík.

Umboðsmaðurin hevur verið á eftirlitsvitjan á Gerðisgarði í Skálavík, sum er bústovnur ætlaður fólki við demens. Vitjanin var framhald av eftirlitsvitjanum hjá umboðsmanninum, sum vóru rættaðar móti støðuni hjá persónum við týðandi sálarligum virkistarni.

Samanumtikið er fatanin hjá umboðsmanninum, at talan var um ein bústovn, ið hevði rímiliga góðar karmar til sítt virksemi. Tænastan og umsorganin varð veitt við denti á, at talan var um búfólk, sum hava demens av ymiskum slagi, at halda tey virkin eftir evni, og at geva teimum innihaldsríkar dagar. 

Á vitjanini legði umboðsmaðurin dent á at lýsa gerandisdagin hjá búfólkunum og umrøddi dagligdagin á stovninum, sambond við tey avvarðandi, sjálvsavgerðarrætt, samtykki, trygd og onnur inntriv.

Nú frágreiðingin er liðug, er hon send Demensklinikkini, Alzheimerfelagnum, landsstýriskvinnuni í almannamálum, landsstýrismanninum í lógarmálum, landsstýriskvinnuni í heilsumálum og Løgtinginum.


Mynd: Google Street View