Umhvørvisstovan boðar í dag frá, at hon hevur góðkent nýggju svimjihøllina, sum er í gerð í Runavík.
Svimjihøllin verður bygd við ítróttarøkið í Runavík og er staðsett í norðara enda av Bylgjuni, har hon leggur tvær lonir aftrat verandi bygningi.
Umhvørvisstovan skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
Í Svimjihøllini verða tríggir hyljar, ein 25 metra svimjihylur, ein barnahylur og ein heitur hylur. Hvør hylur er útgjørdur við síni egnu reinsiskipan, sum fevnir um grovfiltur, sandfiltur, kolfiltur og sirkulatiónspumpu, og tryggjar góða vatngóðsku fyri brúkarar.
Góðkenningin setur krøv til vatngóðsku, kemikaliunýtslu og reinsiskipanina í svimjihøllini, soleiðis at heilsufrøðiliga støðan er í lagi.
Runavíkar kommuna eigur og rekur svimjihøllina, og Umhvørvisstovan hevur eftirlit við hyljunum fyri at tryggja, at krøvini í góðkenningini verða fylgd.