, ,

Umhvørvis­stovan tek­ur sakar­mál móti Vik­mar aftur

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Umhvørvisstovan hevur slept sínum rættarmáli móti Vikmar, ið er veitari av elektroniskari útgerð til skip og bátar. Hetta hendir aftan á eina miseydnaða roynd fyri góðum tveimum árum síðan at seta fútabann móti virkseminum hjá Vikmar í tann mun hetta virksemi umfatar brúk av ekkoloddi og plottara til at útvega myndir av havbotninum.

Í sínari stevning, sum sambært upplýsingar frá m.a. Vikmar varð afturkallað úr Føroya Rætti fyri umleið tveimum vikum síðan, kravdi Umhvørvisstovan at virksemið hjá Vikmar við “kortlegging av havbotninum” kring Føroyar við hjálp av vanligum ekkoloddi og líknandi útgerð verður dømt ólógligt at vera. Samstundis ljóðaði kravið at Vikmar sum avleiðing skal lata Umhvørvisstovuni ókeypis avrit av teimum dátum av havbotninum sum felagið hevur útvegað sær fyri síðani at burturbeina sínar egnu dátur.

“Kravið frá myndugleikanum er ikki rímiligt og byggir á eina skeiva tulking og skeivt brúk av lógini,” segði Ingi Højgaard, advokatur hjá Vikmar, við FM1.

“Tey vísa til lógina um ‘stedbestemt information’ sum ásetir at staturin hevur einkarætt til at framleiða sjókort og allar tilhoyrandi dátur. Mín klientur vísir hinvegin á at talan ikki er um virksemi sum krevur loyvi, men hann hevur bara aktivitet sum allur tann føroyski fiskiflotin hevur, tó so at hann brúkar ekkolodd bara ein pinkulítlan brotpart av tí sum hvørt fiskiskip brúkar kring Føroyar.”

Stjórin á Vikmar, Jan Hammer Egholm, metti seg at verða útsettan fyri ágang av myndugleikanum.

“Hví var hetta ikki ein trupulleiki áðrenn málsøkið varð yvirtikið,” viðmerkti hann. “Vit eru veitarar av ekkoloddum og aðrari standard elektroniskari útgerð til skip og bátar. Vit vilja gera okkara arbeiði til lítar, so vit testa útgerðina áðrenn vit selja hana og gera eisini demonstratiónir har okkara viðskiftarar fáa høvi til at síggja hvussu útgerðin virkar. Og vit royna ikki bara útgerðina, men eru eisini við til at menna hana í samstarvi við okkarar veitarar.”

“Tað er sera umráðandi fyri okkum at kunna veita nýggjastu og bestu útgerð til okkara kundar – vit eru jú í kapping við onnur sum selja líknandi útgerð,” segði Jan Hammer Egholm. “Hetta hava vit altíð gjørt, og einki óregluligt liggur í hesum. Øll hendan útgerð vit brúka er vanlig útgerð til fiskiskip.”