Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið lýsir eftir umsóknum til fiskivinnuroyndir, sum hava til endamáls at menna og økja um framleiðslu í føroyskari fiskivinnu á burðardyggan hátt. Tað skrivar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið.
Flaggskipaverkætlanir
3,3 milliónir krónur eru settar av til flaggskipaverkætlanir. Føroyskar vinnufyritøkur kunnu søkja um upp til eina millión krónur árliga í trý ár. Freistin at søkja er 28. apríl 2025 klokkan 12.00.
Smærri verkætlanir
1 millión krónur er sett av til smærri verkætlanir, har vinnufyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um upp til 500.000 krónur árliga í trý ár. Freistin at søkja er 27. januar 2025 klokkan 12.00.
Meira kunning fæst á heimasíðuni fvg.fo undir Fiskivinnuroyndir 2025. Eftir ætlan verður eisini skipað fyri kunnandi tiltaki um flaggskipaverkætlanir tíðliga í nýggja árinum.