Síðan føroysku myndugleikarnir yvirtóku málsøkið í september í fjør, hevur viðgerðartíðin av arbeiðs- og uppihaldsloyvum verið alt ov long. Tað rakar vinnuna hart. Í ringasta føri mugu fyritøkur steðga á, tí loyvini ikki koma til tíðina. Tað skrivar Vinnuhúsið.
Vinnuhúsið sigur, at umsøkjarar hava bíðað upp til sjey mánaðir eftir svari. Í 2025 eru bert 39 umsóknir um at leingja arbeiðsloyvi avgreiddar, samanborið við 810 í 2024.
Vinnuhúsið sigur, at útlendsk starvsfólk hava havt stóran týdning fyri búskapin. Greining vísir, at tey góvu íkast til BTÚ upp á 2 milliardir krónur í 2023 og bøttu um almennu kassarnar við 200–300 milliónum í 2022.
Sambært Vinnuhúsinun ásannar Landsstýrismaðurin í lógarmálum trupulleikan. Hann sigur, at málsviðgerðin tekur í miðal 47 dagar, hóast málið skuldi verið avgreitt innan 30 dagar.
Vinnuhúsið mælir til skjót átøk: Tað kann vera at læna starvsfólk frá øðrum stovnum, brúka starvslesandi, raðfesta KT-íløgur, leingja undangóðkenningar og loyva skjótari setan úr útvaldum triðjalondum.
Støðan er álvarslig sigur Vinnuhúsið. Vinnulívið kann ikki bíða.