Umhvørvisstovan hevur kallað til fund við føroyskar alarar eftir at ein av alarunum bað stovnin um neyvari kunning hvat viðvíkur lógarverkinum um sjókort, sum herfyri varð yvirtikið á føroyskar hendur. Eitt starvsfólk á Umhvørvisstovuni váttar fyri FM1 at fundurin er settur til tann 9. oktober.
Síðan føroyingar fingu um hendi at umsita lógina um ‘stedbestemt information’, sum millum annað umfatar sjókort, kanningar av havbotninum og ‘søopmåling’, hava fólk í vinnuni undrast yvir at myndugleikin tulkar lógina munandi strangari samanborið við galdandi praksis áðrenn yvirtøkuna av málsøkinum.
“Øll sum ætla at gera sjóuppmátingar, har dýpið verður uppmált, skulu, áðrenn farið verður ígongd, søkja um loyvi,” kravdi Umhvørvisstovan í rundskrivi til alarar dagfest tann 20. desember 2022, undir yvirskriftini “Kunning um lógarkrav í samband við sjóuppmáting.”
“Tá Umhvørvisstovan móttekur eina umsókn um sjóuppmáting, verður umsóknin send donsku verjuni til ummælis,” ljóðaði teksturin víðari í rundskrivinum, sum FM1 hevur fingið avrit av. “Orsøkin er millum annað at tað kunnu vera hernaðarligir loynidómar sum ikki mugu avdúkast,” varð sagt.
Víðari varð kravt at avrit av øllum sjóuppmátingum skulu sendast Umhvørvisstovuni.
Eitt sum hevur fingið alarar at undrast yvir tey nýggju krøvini, er at aliøkir í føroyskum sjógvi hava í áratíggju verið avsett, uttan at nakar hevur tosað um møguligar “hernaðarligar loynidómar” í hesum økjum og enn minni kravt at tann danska verjan skal dragast inn sum góðkennandi myndugleiki.
Umhvørvisstovan roynir samstundis at steðga virkseminum hjá einum tænastuveitara ið selir ekkolodd og aðra elektroniska útgerð til fiskiskip og bátar. Myndugleikin royndi fyrst við fútabanni at forða tænastuveitaranum í at brúka ekkolodd og aðra útgerð til at gera fiskikort, men Føroya Rættur afturvísti kravinum. Síðan hevur Umhvørvisstovan reist sakarmál við kravi um at virksemið hjá tænastuveitaranum skal dømast at vera ólógligt.
“Kravið frá myndugleikanum er ikki rímiligt og byggir á eina skeiva tulking og skeivt brúk av lógini,” segði Ingi Højgaard, advokatur fyri tænastuveitaran, við FM1.fo tann 9. september.