Tú lurtar eftir

2024-09-27 kl 17:00 – Umstrídd lóg um sjó­kort

27.09.2024

Umhvørvisstovan hevur kallað til fund við føroyskar alarar eftir at ein av alarunum bað stovnin um neyvari kunning hvat viðvíkur lógarverkinum um sjókort, sum herfyri varð yvirtikið á føroyskar hendur. Eitt starvsfólk á Umhvørvisstovuni váttar fyri FM1 at fundurin er settur til tann 9. oktober. Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur fingið svar frá landsstýriskvinnuni við arbeiðsmarknaðarmálum Ingilín Strøm, um hvat tað fer at kostaa at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar. Gistingarnar á gistingarhúsunum í august settu met. Sjálvt um Norrøna flytur út á Skansabryggjuna at liggja, verður framvegis ruðuleiki, um tjóðleikhús verður staðsett á eystaru bryggju, sigur stjórin í Tórshavnar havn. Alment hátíðarhald verður í Varpinum í Klaksvík, mikukvøldið 23. oktober kl. 19, tá Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, handar virðislønir landsins fyri 2024 til lista- og mentafólk. Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti er í hesum døgum í Slovakia fyri at spæla tveir venjingardystir móti slovakiska kvinnulandsliðnum, ið eisini skal kappast í EM-endaspælinum í november og desember.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindi á FM1 (ljóð)

Hetta eru tíðindini á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
Tíðindi kl 17 mikudag – 18/02/2026

Álitið kemur í morgin, samrøða við Eyðgunn Samuelsen. – Landsapotekarin sagt upp. – Statslán, samrøða við John…

18.02.2026
Tíðindi kl 12 mikudag – 18/02/2026

Landsapotekarin sagt upp. – Statslán, samrøða við Johnny í Grótinum. – Roysningur í Vági, samrøða við Bjarna M…

18.02.2026
Tíðindi kl 17 týsdag – 17/02/2026

Atlantic stendur til bót uppá 14 milliónir, samrøður við Tóra Højgaard og Christian Andreassen. – Wenzel Nordi…

17.02.2026
Tíðindi kl 12 týsdag – 17/02/2026

Atlantic stendur til bót uppá 14 millónir, samrøða við Tóra Højgaard. – Wenzel Nordic Cup 2026, samrøða við Rú…

17.02.2026
Tíðindi kl 17 mánadag – 16/02/2026

Heldur fram sum forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, samrøða við Mary Antonsdóttir. – Ríkislán, samrøða við…

16.02.2026
Tíðindi kl 12 mánadag – 16/02/2026

Útróðrarmenn sendir til hús. – Fiskamarknaðurin, samrøða við Høgna Hansen. – Vinstri Samband og tunnil. – Poli…

16.02.2026
Tíðindi kl 17 fríggjadag – 13/02/2026

Gjørt verjuavtalu við Kanada, samrøða við Sirið Stenberg. – Eiragarður 2. – Nýtt skip til Smyril line sjósett….

13.02.2026
Tíðindi kl 12 fríggjadag – 13/02/2026

Nations League lutakastið, samrøða við Eyðun Klakstein. – Formula tekur sær av KT trygd hjá Klaksvík. – Torrad…

13.02.2026
Tíðindi kl 17 hósdag – 12/02/2026

Løgreglan ávarar um syntetisk rúsevni. – Melodi Grand Prix, samrøða við Sissal Niclasen. – Løgmaður í München …

12.02.2026
Tíðindi kl 12 hósdag – 12/02/2026

Útlendingastovan. – Nations League lutakast, samrøða við Eyðun Klakstein. – Bróstskanningar til Klaksvíkar. – …

12.02.2026
Tíðindi kl 17 mikudag – 11/02/2026

12 ár í fongsul. – Liljan spyr løgmann um trygd. – Konjunkturbarometrið. – Nýtt skip til Søldarfirðar. – Hálvf…

11.02.2026
Tíðindi kl 12 mikudag – 11/02/2026

Konjunkturbarometrið. – Hálvfinalurnar í steypakappingini í hondbólti. – Lodnufiskiskapur. – Thor nýtt skip. -…

11.02.2026
Tíðindi kl 17 týsdag – 10/02-2026

Yngri við demens samstarv, samrøða við Tórbjørn Jacobsen. – Ósemja í fakfelagsrørsluni, samrøða við Jógvan Phi…

10.02.2026
Tíðindi kl 12 týsdag – 10/02/2026

Ríkisrættarliga støðan. – Útlendingalógin, samrøða við Beinir Johannesen. – Ósemja í fakfelagsrørsluni. – Næst…

10.02.2026
Tíðindi kl 17 mánadag – 09/02/2026

Heilsuhjálparafelag Føroya. – Edmundson dagsins maður hjá Verona. – Góður fiskaprísir, samrøða við Høgna Hanse…

09.02.2026
Tíðindi kl 12 mánadag – 09/02/2026

Rakstrarútslitið hjá Bakkafrost, samrøða við Regin Jacobsen. – Fagraberg verið seinasta túrin. – Fiskamarknaðu…

09.02.2026