Landsstýrismaðurin í almannamálum, Eirikur í Jákupsstovu, hevur svarað fyrispurningi um umvælingar á Hamragarði í Vági frá Hendriki Old, løgtingsmanni fyri Javnaðarflokkin.
Hann sigur, at arbeiðið ikki er byrjað enn, tí tað hevur tikið tíð at fáa samstarvið millum allar partar skipað. Seinasti fundurin um málið var 23. januar í ár, tá ið Fíggjarmálaráðið, Landsverk, Almanna- og mentamálaráðið og kommunurnar í sunnara parti av Suðuroy vóru við.
Síðan fundin hevur prosjekteringin verið í útboði. Sp/f Formo vann útboðið, og sáttmáli er nú gjørdur. Farið er undir forkanningar og staðfesting av vavinum av uppgávuni og projekteringini.
Væntandi verður projekteringin liðug í august ella september í ár. Síðan verður farið undir útboð og lisitatión, sum er ætlað í oktobur. Tá verður arbeiðstøkusáttmáli gjørdur, og so kann fyrireikandi arbeiðið byrja.
Sjálvt byggiarbeiðið verður sett í gongd umleið 1. apríl 2026 og væntast at taka einar seks mánaðir.