Kvinnuhondbóltur
EM dystur í bólki D, klokkan 17.00
Føroyar – Danmark
So er aftur dystardagur í Basel. Okkara hondbóltskvinnur spæla í dag klokkan 17.00 móti Danmark, sum hevur vunnið báðar dystirnar higartil í EM-endaspælinum.
Danmark verður mett millum tey allar bestu londini í kvinnuhondbólti, og danska liðið er nærum uttan veikleikar. Tí verður tað sera trupult hjá okkara kvinnum at gera nakað við Danmark. Men hinvegin, so hava okkara kvinnur áður bara tapt við fýra málum móti Svøríki, sum eisini er millum heimsins bestu kvinnulandslið, so hví skal tað ikki bera til?
Dysturin á heimasíðuni hjá evropeisku hondbóltssamgonguni EHF
Dysturin á handballstatz.com
Kunnu framvegis koma víðari
Eftir javnleikin móti Sveis hava Føroyar framvegis ein lítlan møguleika at kom víðari úr bólki D. Men tað krevur fyrst av øllum, at vit vinna móti Danmark, og tað verður ikki lætt. Samstundis skal Kroatia eisini vinna móti Sveis.
Hendir tað, enda Føroyar og Kroatia jøvn við trimum stigum, og tá ið innanhýsis málúrtøkan millum Føroyar og Kroatia er jøvn, so verður tað samlaða málúrtøkan, sum avger tað heila.
Her hevur Føroyar -3 og Kroatia -8 undan seinasta dystinum. So vit hava fimm mál at geva av í mun til Kroatia, um alt hetta skuldi gingið upp í eina hægri eind.
Mugu spæla skjótt
Landsliðsvenjarin, Claus Leth Mogenen, ætlar sær í hvussu er at fara eftir einum, so góðum avriki sum gjørligt, hóast hann veit, at hetta verður ein sera torførur dystur. Á tíðindafundinum í gjár segði landsliðsvenjarin soleiðis:
– Eg vænti, at vit fara at spæla ein góðan dyst í verjuni. Men tað verður helst avbjóðandi í álopinum, sigur landsliðvenjarin. Tað liggur ikki til okkum at spæla seint, so vit mugu spæla okkara spæl so gott sum gjørligt, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur landsliðsvenjarin.
Gott lag á føroyska liðnum
Tíðindafundirnir hjá føroyska liðnum havi verið hildnir í upphaldsrúminum, sum er tillutað føroyska liðnum á Hotel Mövenpick.
Á tíðindafundinum í gjár var týðiligt, at lagið var gott á føroyska liðnum. Okkara hondbóltshetjur tyktust kenna ein lætta á sær eftir frálíka avrikið móti Kroatia. Tær tosaðu meira og harðari, og sjálvandi sást eisini ein stoltleiki í andlitsbragdinum.
Venjaratoymið hevði givið kvinnunum frí frá venjing í gjár, og dagurin var brúktur at savna orku til seinasta dystin í bólkaspælinum.
Heimsins bestu hondbóltsfjepparar
Føroysku viðhaldsfólkini tyktust eisini troytt í gjár eftir javnleiksrúsin fyrradagin. So gjárdagurin var brúktur at samla orkuna aftur, so vit aftur í dag kunnu vísa hondbóltsheiminum, at føroyingar eru heimsins bestu hondbóltsfjepparar.
Øll í hondbóltsheiminum eru í hvussu er hugtikin av føroysku áskoðarunum, tí sum ein danskur tíðindamaður segði, so er tað ikki vanligt at síggja slíkan stuðul í hondbólti.
Vit gita liðið
Vit gita, at Føroyar byrja við sama liðið, sum spældi so væl móti Kroatia. Okkara boð upp á liðið er hetta:
Málverji: Annika Fríðheim Petersen
Álop:
Vinstri vongur: Turið Arge Samuelsen
Bakkur: Súna Krossteig Hansen
Miðja: Jana Mittún
Bakkur: Maria Pálsdóttir Nólsoy
Høgri vongur: Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
Stika: Pernille Brandenburg
Millum álop og verju verða ein útskifting. Inn í verjuna kemur Brynja Høj fyri eina av Janu Mittún, Súnu Hansen og Mariu Nólsoy.
Verjan:
Turið Arge Samuelsen
2 av Janu Mittún, Súnu Hansen og Mariu Nólsoy.
Pernille Brandburg
Brynja Høj
Elsa Egholm
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
Stigatalva í EM-bólki D
D | V | J | T | Mál | Munur | Stig | |
Danmark | 2 | 2 | 0 | 0 | 69-56 | 13 | 4 |
Sveis | 2 | 1 | 0 | 1 | 58-60 | -2 | 2 |
Føroyar | 2 | 0 | 1 | 1 | 42-45 | -3 | 1 |
Kroatia | 2 | 0 | 1 | 1 | 43-51 | -8 | 1 |