Kvinnuhondbóltur
EM dystur í bólki D, klokkan 14.30
Kroatia -Føroyar
So er aftur dystardagur í Basel. Okkara hondbóltskvinnur spæla í dag klokkan 14.30 móti Kroatia, sum í fyrsta umfari tapti 34-26 móti Danmark.
Dysturin á heimasíðuni hjá evropeisku hondbóltssamgonguni EHF
Dysturin á handballstatz.com
Eftir góða avrikið hjá Føroyum seinastu 20 minuttirnar í fyrsta dystinum móti Sveis, vita tey í føroyaska hópinum, hvat skal til fyri at fáa eitt úrslit í dag, og hondbóltskvinnurnar vita eisini, at tær ikki kunnu spæla líka vánaligt, sum tær gjørdu í fyrra hálvleiki móti Sveis.
Mugu spæla skjótt
Tað er kortini lítið at ivast í, at tað verður torført í dag, tí Kroatia, verður mett at vera eitt heldur betri lið enn Sveis. Tær eru stórar og sterkar, og spæla rættiliga kropsligt hondbóltsspæl, og vilja helst hava so lítla ferð á dystinum, sum gjørligt.
Hjá Føroyum er styrkin hinvegin at spæla skjótt, og tí ræður um at spæla líka skjótt, sum vit gjørdu seinasta partin av dystinum móti Sveis.
Langt fram í teirra skjúttar
Tann stóri lykilin til dystin verður tó, at steðga teirra langskjúttum, tí sleppa tær ov nær at skjóta, so hava okkara málverjar lítlan ella ongan møguleika at bjarga. Sum vit skiltu á landsliðsvenjaranum, Claus Leth Mogensen, í gjár, so er ætlanin at byrja í einari 6-0-verju, har okkara kvinnur skulu fram at møta skjúttunum, so langt úti, at okkara málverjar hava ein møguleika.
Føroyar vandu í gjár í eini síðuhøll í St. Jakobshøllini, og ongar ábendingar vóru um nakrar skaðar í føroyska hópinum. So landsliðsvenjarin hevur allar kvinnurnar at velja í, tá ið hann setur liðið til dystin í dag.
Vit gita liðið
Vit gita, at Føroyar byrjar við sama liðið, sum spældi so væl seinasta partin av dystinum móti Sveis, og okkara boð upp á liðið er hetta:
Málverji: Annika Fríðheim Petersen
Rakul Wardum stóð sera væl, tá ið hon kom inn móti Sveis, men fleiri halda, at Annika Fríðheim Petersen dugir betri at taka langskot, so helst byrjar hon aftur í málinum í dag.
Álop:
Vinstri vongur: Turið Arge Samuelsen
Vinstri bakkur: Súna Krossteig Hansen
Miðja: Jana Mittún
Høgri bakkur: Maria Pálsdóttir Nólsoy
Høgri vongur: Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
Stika: Pernille Brandenburg
Millum álop og verju verða ein ella tvær útskiftingar. Inn í verjuna koma Brynja Høj ella Bjarta Johansen og Elsa Egholm fyri Súnu Hansen og Mariu Nólsoy.
Verjan:
Turið Arge Samuelsen
Jana Mittún
Pernille Brandburg
Brynja Høj/Bjarta Johansen
Elsa Egholm
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen