Stutt fyri ólavsøku var ein broyting gjørd í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum soleiðis, at til og við 31. august 2023 varð undantak givið frá lógarkravinum um, at øll veiða av makreli, undantikin 15 prosent, skal landast í Føroyum.
Heimasíðan hjá Fiskivinnumálaráðnum skrivar, at orsøkin var, at frystivirkini fyrr í summar fyribils góvust við at taka ímóti makreli, og tí kundu skipini bert landa til fiskamjølsvirki.
– Hetta elvdi til, at skipini komu at liggja og bíða eftir at sleppa framat at landa. Sostatt vóru møguleikarnir at fiska makrel darvaðir av vantandi móttøkuorku á landi, skrivar heimasíðan.
Upplýst er Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, at nú eru frystivirkini aftur farin at taka ímóti makreli. Grundað á hesa støðu er ikki grundarlag fyri framhaldandi at gera frávik frá galdandi áseting um, at allur fiskur skal landast í Føroyum.
Endamálið við at krevja, at øll veiða, undantikin 15 prosent, skal landast og avreiðast um føroyskan bryggjukant er at tryggja, at sum mest av fiski kemur upp á land í Føroyum, og á tann hátt skapar virksemi og arbeiðspláss á landi í Føroyum, og at geva virkjum á landi í Føroyum betri atgongd til rávøru.
Kelda: Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið