,

Undir illgruna fyri brot á fuglaveiðulóg

Skrivað

FM1

Dagfesting

Um hálvgum tíggju tíðina í gjárskvøldið varð boðað frá, at ein lómur var skotin á Saksunarvatni.

Løgreglan fann eina høglbyrsu í bilinum hjá manninum, sum er undir illgruna fyri at skjóta lómin. Løgreglan hevur lagt hald á høglbyrsuna.

Maðurin, sum er undir illgruna, verður skuldsettur fyri brot á fuglaveiðulógina, og fær allar helst eina bót.

Júst hví lómurin skuldi skjótast, og hvat hann skuldi brúkast til, er óvist.

Maðurin, ið er undir illgruna, noktar seg sekan í málinum.