Føroya Handverksmeistarafelag hevur almannakunngjørt nýtt undirvísingartilfar á netinum.
Talan er um Skills4Reuse, sum er ókeypis undirvísingartilfar, ætlað yrkisskúlum í Norðurlondum.
Tilfarið setur sjóneykuna á burðardygd og grønar loysnir í byggivinnuni. Næmingar og lærlingar fáa kunnleika til endurnýtslu av tilfari, umhvørvisvinarligt byggitilfar og hvussu ein kann minka um spill.
Marius Thomassen, ráðgevi hjá Føroya Handverksmeistarafelagnum, sigur, at hann er sera fegin um, at undirvísingartilfarið nú er tøkt á føroyskum.
– Hetta ger tilfarið meira atkomuligt og viðkomandi, og vit vænta, at tað fer at økja um fatanina og áhugan hjá næmingum og lærlingum fyri burðardyggari bygging, sigur hann.
Undirvísingartilfarið fer at styrkja arbeiðið við at skapa eina grønari byggivinnu í Føroyum og fyrireika næmingar og lærlingar til framtíðar avbjóðingar og møguleikar, tá ið tað kemur til at finna grønar loysnir.
Føroya Handverksmeistarafelag metir, at hetta er eitt stórt framstig fyri vinnuna sum heild og eitt týðandi fet móti burðardyggari bygging í Føroyum.