Ungarn og Frakland eru komin í hálvfinalurnar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sunnudagin vóru tríggir dystir í millumbólki 1 í EM-endaspælinum í kvinnuhondbólti, og úrslitini lagaðu seg soleiðis, at tað longu er greitt at Ungarn og Fraklan hava spælt seg víðari í hálvfinalurnar. Tað merkir samstundis, at Svøríki ikki megnar at spæla seg í hálvfinaluna hesaferð.

Tað hevur ikki gingið væl hjá svensku hondbóltskvinnunum í millumbólkinum, og tí var tað ikki so løgið, at tær taptu fyri verandi heimsmeistarum úr Fraklandi.

Frakland legði seg skjótt fram um, og førdi í hálvleikinum 19-13. Svøríki kláraði ongantíð at fáa spenning í dystin aftur, og einu løtuna vóru átta mál á muni. Tað eydnaðist tó hjá Svøríki at minka munin til fýra, og úrslitið gjørdist 31-27 til Frakland.

Ungarn vann eisini lættliga móti Rumenia. Úrslitið gjørdi 37-29. Rumenia fylgdi við fyrsta korterið, men so glapp hjá Ungarn, og í hálvleikinum var 20-15.


Úrslit sunnudagin í millumbólki 1:

Svøríki – Frakland 27 – 31 (13-19)
Ungarn – Rumenia 37 – 29 (20-15)
Montenegro – Pólland 30 – 28 (14-14)


Í dag verða tríggir dystir í EM-millumbólki 2, har Noreg er fremst:

Kl. 14.30 Sveis – Niðurlond
Kl. 17.00 Noreg – Týskland
Kl. 19.30 Danmark – Slovenia


Stigatalva EM-millumbólkur 1

DVJTMálStig
1. Ungarn4400126 – 958
2. Frakland4400127 – 978
3. Montenegro4202100 – 1104
4. Svøríki4103108 – 1132
5. Rumenia4103104 – 1172
6. Pólland400496 – 1290


Stigatalva EM-millumbólkur 1

DVJTMálStig
1. Noreg330091 – 716
2. Danmark320189 – 794
3. Niðurlond320176 – 754
4. Slovenia310282 – 842
5. Týskland310280 – 862
6. Sveis300382 – 1050