, ,

Ungarskur OL-toppskjútti spælt við SJK Seinäjoki

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

TP-Seinäjoki varð stovnað í 1955 sum Törnävän Pallo-55 (TP-55). Navnið varð broytt í 1994. Felagið legði 5. novembur 2007 saman við Sepsi-78 Seinäjoki, sum varð stovnað í 1930 undir navninum Seinäjoen Palloseura (SePS Seinäjoki) og endurstovnað í 1978. Nýggja navnið gjørdist Seinäjoen Jalkapallokerho ella SJK Seinäjoki.

Árini 1980-82 leikti Sepsi-78 Seinäjoki í bestu finsku deildini og tey bæði seinnu árini skoraði ungarski fótbóltsúrmælingurin Ferenc Bene 10 mál í finska grundspælinum og 6 mál í niðurflytingarbólkinum (54 dystir tilsamans), men tað var ikki nokk til at bjarga Sepsi-78 Seinäjoki, sum flutti niður.

TP Seinäjoki spældi í bestu deildini í 1997 og síðani 2014 hevur SJK Seinäjoki spælt í bestu finsku deildini.

Ferenc Bene (f. 17. desembur 1944 – d. 27. februar 2006) í ungarska býnum Balatonújlak. Hann var bert 14½ ára gamal í juni 1959, tá ið hann spældi fyrsta dyst í vaksnamannadeildini fyri MEDOSZ Marcali og hann skoraði 1 mál ímóti Somogyszob. Í august 1959 skoraði hann hattrick í landskappingardysti ímóti Siofok.

Í septembur 1959 skoraði hann einasta málið fyri økisliðið hjá Somogy í einum ungdómsdysti ímóti Baranya, men Baranya klagaði og úrslitið varð kolldømt, tí hann var ov ungur! Hann slapp seinni at spæla fyri amtsliðið, men var útihýstur frá vaksnamannafótbólti til hann fylti 16 ár. sostatt spældi hann bert ungdómsdystir teir næstu 12 mánaðirnar. Frá oktober 1960 til juni 1961 spældi Bene 16 dystir í 3. Deild og skoraði 16 mál, harímillum fýra ímóti mazai Banyasz (4-0) og 6 ímóti Szekszardi Petöfi (7-1).

Ferenc Bene var bert 17 ár 9 mánaðir 27 dagar gamal, tá ið hann  spældi fyrsta landsdystin í 1962, men hann gjørdi seg ikki galdandi á altjóða pallinum fyrr enn 2 ár seinni, tá ið hann gjørdist besti toppskjúttin við 12 málum, meðan Ungarn streyk av stað við OL-gullinum í Tokyo. Eitt met, sum kann samanberast við Just Fontaine undir HM 1958 (13 mál). Bene skoraði tilsamans 36 mál í 76 A-landsdystum.

Á A-landsliðnum noyddist hann kortini at spæla høgri vongur, tí Flórián Albert (ársins leikari í Europa í 1967) átti plássið sum miðframherji, sum Bene vanliga spældi fyri klubbliðið, Újpesti Dózsa Sport Club, ið KÍ møtti í bæði í 1997 og 2002. Samanlagt skoraði hann 303 mál í 418 dystum fyri Újpesti árini 1961-78.

Undir HM 1966 gekk tað strúkandi hjá Ferenc Bene, tá hann skoraði í øllum fýra dystunum, harímillum 3-1 sigrinum á Brazil á Goodison Park, men í fjórðingsfinaluni var Sovjetsamveldið stinnari og vann 2-1.

Fimm ferðir gjørdist Ferenc Bene toppskjútti í Ungarn: 1963 (23 mál), 1964 (28 mál saman við Lajos Tichy), 1969 (27 mál), 1972 (29 mál), 1973 (23 mál) og 1975 (20 mál saman við Mihály Kozma). Tvær ferðir varð hann kosin ársins leikari í Ungarn (í 1964 og 1969).

Átta ferðir vann hann ungarska meistaraheitið: 1969, 1970, 1970-71, 1971-72, 1972-73, 1973-74, 1974-75 og 1977-78. Og tríggjar ferðir gjørdist hann ungarskur steypavinnari: 1969, 1970 og 1974-75.

Sambært hagtalsserfrøðingum í RSSSF hevur hann skotið fleiri enn 1424 mál í 1481 dystum.