United-legendan Denis Law er deyður

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fyrrverandi Manchester United-leikarin, Denis Law, er deyður 84 ára gamal. Hann spældi við United í 11 ár, og skoraði 237 mál í 404 dystum. Hann er triðmest skorandi leikarin hjá United.

Í 1964 varð vann hann Balon d’or heiðurin sum besti leikari í Evropa.

Denis Law vann FA-steypakappingina og tvey ensk meistaraheitið við Manchester United, og í 1968 vann hann saman við United Evorpa Cup fyri meistaralið, tað sum í dag eitur Champions League.

Denis Law varð føddur í Aberdeen og byrjaði yrkisleiðina sum fótbóltsspælar í Huddersfield. Hann skoraði 30 mál í 55 landsdystum fyri Skotland.

Síðan 2021 hevur Denis Law havt Alzheimersjúkuna.