Tá tíðindini komu út um at Mbappé møguliga var áveg til Real Madrid í summar, legði Kylian boð út á Twitter, sum sigur at tað er lygn at hann ætlar sær til Real Madrid í summar. Hann er glaður í PSG og hevur ikki ætlanir um at skifta í ár.
Tíðindi bóru eisini boð um at brøv, sum Mbappé hevði sent til PSG leiðsluna í trúnaði, vóru likin og ikki vóru sonn.
Hann sigur tó at hann ikki ynskir at leingja sáttmálan við PSG, so spennandi verður at síggja hvar hann endar.