Upphiting áðrenn dystin millum Føroyar og Ukraina

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Upphiting áðrenn dystin millum Føroyar og Ukraina sunnudagin 11. mai

Nú okkara menn aftur skulu í eldin í EM undankappingini, fara vit at koma í rættan hondbóltshýr saman áðrenn dystin ímóti Ukraina.

Stuðlarnir hjá føroyskum hondbólti skipa fyri upphiting í OY sunnudagin 11. mai kl. 14.00 til 16.00.

Vit mála andlitsmáling, Hans Ravnsfjall spælir nakrar føroyskar slagarar, og kl. 15.00 fara Swangah á pallin at fáa lív í fjøldina.

Bussar koyra niðan til Tjarnir kl. 16.00. Dysturin byrjar kl. 17.00.

Bæði upphiting og bussar eru ókeypis.

Vit síggjast í OY!