Upphiting til Føroyar móti Niðurlondum í Oy

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Bæði undir EM-endaspælinum hjá monnunum í Berlin og hjá kvinnunum í Basel, varð skipað fyri rimmar upphitingartiltøkum undan dystunum hjá Føroyum.

Nú føroysku hondbóltsmenninir næsta mikudag spæla fyrsta landsdystin nakrantíð í høllini við Tjarnir verður skipað fyri upphitingartiltakið fyri fjepparar í Oy.

Tiltakið er frá klokkan 16.00 til klokkan 18.00. Hans Ravnsfjall fer at spæla nøkur løg.

Dysturin millum Føroyar og Niðurlond er kl. 19.00, og ókeypis bussar koyra niðan til høllini við Tjarnir millum klokkan 18.00 og 19.00 og oman aftur til Havnar eftir dystin.

So latið bilin standa og komið ein túr í Oy.

Tiltakið og bussarnir eru ókeypis, og saman fara vit at koma í rættan hondbóltshýr

Tað eru stuðlarnir hjá føroyskum hondbólti sum skipa fyri upphitingini í Oy.