

Upphiting til steypafinaluna
31.10.2024Í B36 Varpinum í dag, hitaðu vit upp til ársins steypafinalubrak. Gestirnir vóru liðskipararnar báðir, Jann Julin Benjaminsen og Teitur Matras Gestsson. Prátað var um vónir og forvæntningar til finaluna. Men eisini var tíð til okkurt afturhvarv, har Teitur m.a. sleppur at fortelja um, hvussu hann upplivdi teir báðar 9/11 dystirnar fyri nøkrum árum síðani. B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo. B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.
