

Upphiting til tríggjar steypafinalur
03.10.2024Vit eru í steypafinaluvikuni, og B36 hevur ikki færri enn trý ungdómslið við í finalunum. Í B36 Varpinumí dag, hita vit sjálvandi upp til steypafinalurnar. Gestir vera Maj-Britt Hellisdal og Súsanna Maria Hansen, sum báðar sita í nevndini. Í sendingini fóru vit sjálvandi at tosa um tey trý liðini, sum eru komin í finalurnar. Vit fóru eisini at taka pulsin á ungdómsarbeiðinum í felagnum, sum tey trý finaluliðini eru eitt produkt av. Men tað skuldi ikki undrað, um tíð eisini verður til at taka okkurt annað evni upp. B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo. B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.