Vit hava átrokandi tørv á at gerast eitt sjálvstøðugt land. Tað vita øll. Norðurlandaráðið veit tað. WTO veit tað. Olympiska komitéin veit tað. ST veit tað. Og arktiska ráðið. Og EFTA. Danska stjórnin veit tað. Vit vita tað sjálvi. Og innast inni vita sjálvt tey ídnastu sambandsfólkini tað eisini.
Verandi støða, har vit hvørki eru fuglur ella fiskur, er ikki haldbar.
Tað snýr seg ikki um nationalismu ella romantikk. Tað snýr seg fyrst og fremst um sunnan fornuft, um virkisfrælsi til fólk og vinnu og um harðan valuta umvegis handilsavtalur. Tað snýr seg um munandi meira pengar enn ta knøppu milliardina, ið stavnsbindir tjóðina í verandi ríkisrættarligu støðu.
Men hóast vit øll vita, hvat skal til, so aka vit heldur hol á knøini og útlúgva okkum í royndunum at fáa undantøk frá alheims sambondum og felagsskapum. Og so gongur tjóðin øll við gron, tá vit, av røttum, fáa eitt kontant kortanei.
Tveita vit ístaðin spennitroyggjuna av okkum og gerast eitt sjálvstøðugt land, kunnu vit reisa okkum, busta skittin av knøunum og við uppreistari pannu fara upp í allar altjóða felagsskapir. Tá standa allar hurðar opnar.
At gerast eitt sjálvstøðugt land snýr seg nevniliga ikki um at slíta nakað samband. Tað snýr seg tvørturímóti um at knýta sambond við onnur lond og altjóða felagsskapir. Sambond, sum bara sjálvstøðug lond kunnu knýta.
Tað einasta, sum skal til er, at vit hava status sum eitt sjálvstøðugt land. At vit eru ein statur.
Tá ið danski statsministarin, Mette Frederiksen, helt setanarrøðu sína í Fólkatinginum 3. oktober 2023, segði hon m.a.:
“Der var engang, hvor der var Danmark, og så var der to andre lande i rigsfællesskabet.
Det er slut nu.
Og det er ikke Danmark, der skal bestemme fremtiden for hverken Grønland eller Færøerne. Det er en beslutning, der tilhører Nuuk og Tórshavn.
Og så længe vi har et rigsfællesskab. Og det håber jeg personligt, at vi har i mange år. Så skal det være et ligeværdigt samarbejde mellem tre lande, tre folk og tre nationer.”
Aftur í januar í ár, tá Trump girnaðist Grønland, var hon frammi við líknandi boðskapi.
So lagaliga løtan er nú. Vit mugu taka danir upp á orðið.
Tað er sjálvandi harmiligt, at Sambandsflokkurin júst hevur meldað so bombastiskt út. Eg veit ikki, hvar ketan er lopin av. Men eg havi enn ikki møtt einum sambandsfólki, sum ikki kann taka undir við, at vit skipa okkum sum eitt sjálstøðugt land, um tað bara kann vera í tøttum samstarvi við Danmark. Og er tað tað, sum skal til, fyri at fáa tey skeptisku við, so er tað ein gongd leið.
Ein loysn, har vit broyta verandi “felagsskap” til ein rættan felagsskap millum tvey (ella trý) javnstillaði, sjálvstøðug lond. Tríggir statir í sjálvbodnum felagsskapi, fráboðað til ST. Eingin kollvelting, men týdningarmiklar broytingar.
Tað hevði verið ein smidlig og skjót loysn, ið øll kunnu liva við. Vit høvdu tveitt spennitroyggjuna av okkum, og tað hevði givið okkum virkisfrælsi og luft undir veingirnar beinanvegin.
Erling Eidesgaard
