Úrslitið hjá Vónini 54 milliónir

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Úrslitið hjá Vónini í fjør gjørdist 54 milliónir krónur, og tað er tvær milliónir krónur betri enn árið 2021.

Hesum boðar Vónin frá í dag.

Søluframgongdin frá 2021 til 2022 var ein øking á 68 milliónir krónur, men hóast sølan øktist munandi hjá felagnum, var framgongdin í úrslitinum minni. Orsøkin til hetta vóru øktar lønarútreiðslur, kostnaðarstøðið fyri tilfar er hækkað, og inflatiónin hevur ávirkað raksturin, sigur Vónin.

Vónin sigur eisini, at sølan til marknaðir uttan fyri Føroyar er vaksandi. Í 2022 vóru næstan ¾ av samlaðu søluni hjá samtakinum til marknaðir uttan fyri Føroyar, og sølan til alivinnuna var meira enn ein triðingur av samlaðu søluni. Hesin parturin væntast eisini at vaksa enn meira komandi árini, sigur Vónin.

Vónin samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Kanada, Danmark, Norra, Litava og nýliga eisini í Skotlandi. Í Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir. Ein deild við Norðskála til alivinnuna, ein deild í Fuglafirði til uppisjóvarvinnuna og ein deild í Tórshavn til botn- og rækjutrolsvinnuna

Vónin sigur, at fyri at varðveita eina framkomna og umhvørvisvinarliga tænastu til kundar í alivinnuni, verður eitt nýtt barki- og turkihús tikið í nýtslu seinni í ár við Norðskála, og harumframt verður eisini ein nýggj tænastustøð bygd á Isle of Skye í Skotlandi, sum væntandi verður tikin í nýtslu komandi ár.

Eisini hevur Vónin Refa í Norðurnorra bygt eina nýggja tænastustøð til alivinnuna, ið bjóðar hesar somu tænastur.

Vónin samtakið er veitari til fiski- og alivinnuna. Fiskivinnuútgerð fevnir um pelagisk og semipelagisk trol, botn- og rækjutrol, nótir, skiljiristir, trollemmar, rúsur og annað, og til alivinnuna eru veitingarnar framleiðsla og søla av nótum, akkersskipanir, fuglanet eins og vasking og umvælingar av nótum og annað.