Ein nýggj ES-fyriskipan, sum kom í gildi 28. desembur, ásetur at allar elektroniskar eindir skulu hava USB-C-løðing Tað skrivar norska tøkniheimasíðan tek.no.
ES-fyriskipanin hevur við sær, at nógv tól frá nú av skulu hava USB-C-løðing í staðin fyri Micro-USB ella Apples Lightning fyri at kunna seljast í ES. Hetta kravið ávirkar eisini lond uttanfyri ES, millum annað Føroyar.
Hesar eindir skulu nú stuðla USB-C-løðing:
- Fartelefonir
- Teldlar
- Talgild myndatól
- Høvuðtelefonir
- Oyratelefonir
- Knappaborð
- Mýs
- Hondhildnar spælistýristøðir
- Farhátalar
- E-bókalesarar
- Navigatiónsskipanir (GPS)
Farteldur skulu hava USB-C-løðing frá 28. apríl 2026.
Nýggja fyriskipanin hevur longu havt avleiðingar fyri Apple, sum hevur steðgað søluni av iPhone 14 og iPhone SE í ES. Hesi modell brúka Lightning-løðingina hjá Apple, sum nú er bannað í ES.
Telefonir við Android-stýrisskipan hava brúkt USB-C-løðing í nógv ár, og tað er eisini galdandi fyri tað mesta nýggjum teldutilhoyri og tólum til ljóð.
Endamálið við nýggju ES-fyriskipanini er at minka um elektroniskt burturkast, tí fleiri tól kunnu deila sama løðara. Hetta fer eisini at hava við sær at nýggj tól kunnu seljast bíligari, tí tey ikki nýtast at hava løðara við.
Tað skal viðmerkjast, at kravið um USB-C ikki forðar fyri øðrum mátum at løða upp á. Telefonir kunnu framvegis stuðla tráðleysari løðing, og Apple og Microsoft kunnu framhaldandi bjóða sínar magnetisku løðiloysnir sum MagSafe og Surface Connect . Men tær mugu koma afturat USB-C.