Útflutningsvirðið á laksi er minkað nógv

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Útflutningurin úr Føroyum er minkaður seinasta árið, og hevði serliga laksaútflutningurin stóran týdning í hesi gongdini. Frá mai 2024 til apríl 2025 varð útflutt fyri 12,2 milliardir krónur. Tað er 551 milliónir minni enn undanfarna skeið. Tað skrivar Hagstovu Føroya.

Laksurin stendur fyri størstu afturgongdini, og er er virðið minkað nærum 5 prosent, hóast nøgdin vaks við 13 prosentum.

Tó er tað ikki allur fiskur, sum fer aftur. Makrelur stendur seg væl, og útflutningsvirðið vaks við yvir 600 milliónum krónur. Hetta kemst mest av príshækkingum, tí nøgdin vaks bara 5,6 prosent.

Prísurin á laksi sveiggjar nógv. Miðalprísurin er nú komin niður á knappar 58 krónur fyri kilo. Í mai 2022 var hann heilt uppi á 91,80 krónur. Munurin millum hægsta og lægsta prís hevur verið yvir 30 krónur.

Útflutningurin til Kina og aðrar partar av Asia er vaksin. Samstundis er sølan til Evropa og USA farin aftur. Útflutningurin til Russland er tó vaksin við 500 milliónum krónum. Fimm lond keypa nú vørur fyri yvir eina milliard krónur. Tey eru USA, Russland, Danmark, Bretland og Spania.


Kelda: Hagstova Føroya