Samlaða útflutningsvirðið var 12,5 milliardir krónur fyri uppgerðarárið frá desembur 2023 til novembur 2024. Tað er 301 millión krónur minni samanborið við undanfarna skeið.
Útflutningurin fyri novembur er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið desembur 2023 til novembur 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.
Útflutningurin av fiskavørum er minkaður við 319 milliónum krónum, ella nærum trimum prosentum. Meðan útflutningurin av fleiri fiskasløgum, harímillum laksur, toskur og makrelur, er vaksin, er útflutningurin av øðrum fiskasløgum minkaður.
Útflutningurin av laksi er vaksin við 693 milliónum krónum hetta tíðarskeiðið. Laksaútflutningurin er yvir 6 milliardir krónur fyri tíðarskeiðið desembur 2023 til novembur 2024, har virðið er vaksið 13 prosent og nøgdin 24,5 prosent.
Talvan vísir útflutningsvirðið fyri ymisk fiskasløg yvir 12 mánaðarskeiðið. Til dømis er útflutningurin av laksi øktur við 13 prosentum, meðan útflutningurin av fiskamjøli og lýsi er nógv minkaður við ávikavist 43,2 prosent og 93,4 prosent.
Talvan niðanfyri vísir eisini útflutningin av fiskavørum eftir landaøki. Størsta minkingin er í útflutningi til Evropa uttan fyri ES, meðan útflutningurin til Asia er vaksin við 23,8 prosentum.