Útlendingur tikin fyri at koyra við kenning

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Løgreglan var ein lítlan koyritúr í høvuðsstaðnum í nátt, har hon hevði eitt eyga við ferðsluni, og tað var serliga ein bilur, ið løgreglan gjørdust varug við, tí koyrt varð ikki rættiliga eftir umstøðunum.

Hetta var klokkan 02:30 í nátt.

Bilførarin, ið var ein fraklendingur, blásti í alkometrið og tað vísti seg, at promillan var ov høg.

Av tí, at tað var ein útlendingar, ið varð tikin fyri at koyra við kenning í Føroyum, so fær viðkomandi ein straksdóm við útvísing, men av tí, at fraklendingurin fer av landinum seinni í hesi vikuni, so fær hann ein dóm sendandi við postinum, ið kann blíva dýrt fyri hann.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað er alt eftir, hvussu nógv blóðroyndin vísir, so verður dómurin hareftir, men tað eru dømi um, at útlendingur, sum hevur fingið dóm fyri rúsdrekkakoyring, hevur verið noyddur at punga út við einum 20 parti av einari brutto mánaðarløn í bót.

Bilurin, sum fraklendingurin koyrdi við, bleiv parkeraður av løgregluni, og so kom ein hýruvognur eftir fraklendinginum, sum bleiv koyrdur til gistingarhúsið, har hann býr.