Ein útlendskur maður í tríatiárunum var í gjár afturhildin, eftir at tollarar hjá Taks fingu illgruna um, at pappírini hjá honum ikki vóru í lagi.
Maðurin ætlaði sær við Norrønu til Íslands, men tað slapp hann ikki. Løgreglan hevði áðrenn kannað pappírini, og vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at talan kann vera um okkurt slag av skjalafalsan.
Maðurin er nú í varðhaldi í Mjørkadali, meðan løgreglan kannar málið nærri.
Í hesum sambandi hevur løgreglan eisini samband við løgregluna í Danmark fyri at fáa meira kunning um viðurskiftini hjá manninum.