Útskeldaði Nunez bjargaði Liverpool

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Oddaliðið í Premier League, Liverpool, var á veg móti málleysum janvleiki á útivølli móti Brentford.

Liverpool hevði havt alt spælið og hart trýst á verjuna hjá Brentford, inn vildi bólturin kortini ikki. Men tá ið farið var inn í tíðina, dómarin hevði lagt aftur at, gjørdist tann útskeldaði áleyparin, Darwin Nunez, bjargingarmaðurin hjá Liverpool. Fyrst príkaði hann bóltin í málið úr stuttari frástøðu og løtu seinni staðfesti hann sigurin.

Áleyparin úr Uruguai, sum er dyrasti leikarin hjá Liverpool nakrantíð, hevur havt sera trupult við at finna vegin til meskarnar hetta kappingarárið, og hevði ikki skorað síðan septembur.


Dagurin gjørdust upp aftur betri fyri Liverpool, tá ið nærmasta kappingarliðið, Arsenal, tveitti eina leiðslu á 2-0 móti Aston Villa burtur, og misti tvey týðandi stig í stríðnum at fáa Liverpool aftur. Liverpool er nú seks stig frammanfyri, og hevur eisini spælt ein dyst minni.

Gabrial Martinelli legði Arsenal fram um fyrra hálvleiki og Kai Havertz økti til 2-0 eftir steðgin. Youro Tielemans og Ollie Watkins skoraðu fyri Aston Villa, sum á sjeynda plássi er við í kappingini um plássini í Champions League.


Fyrr um dagin tapti Newcastle óvæntað 4-1 móti Bournmouth á heimavølli, Fulham helt fram við góða kappingarárinum við 2-0 sigri í Leicester, og Crystal Palace vann góðan 2-0 sigur móti West Ham.


22. umfar í Premier League

Leygardagin

  • Newcastle – Bournemouth 1 – 4
  • Brentford – Liverpool 0 – 2
  • Leicester – Fulham 0 – 2
  • West Ham – Crystal Palace 0 – 2
  • Arsenal – Aston Villa 2 – 2

Sunnudagin

  • Everton – Tottenham 14:00
    Manchester United – Brighton 14:00
  • Nottingham Forest – Southampton 14:00
  • Ipswich – Manchester City 16:30

Mánadagiin

  • Chelsea – Wolverhampton 20:00


Stigatalva í Premier League

DVJTMálStig
1Liverpool21155150 – 2050
2Arsenal22128243 – 2144
3Nottingham Forest21125430 – 2041
4Newcastle22115638 – 2638
5Chelsea21107441 – 2637
6Bournemouth22107536 – 2637
7Aston Villa22106633 – 3436
8Manchester City21105638 – 2935
9Fulham2289534 – 3033
10Brighton21710432 – 2931
11Brentford22841040 – 3928
12Crystal Palace2269725 – 2827
13Manchester United2175926 – 2926
14West Ham22751027 – 4326
15Tottenham21731143 – 3224
16Everton2038915 – 2617
17Wolverhampton21441331 – 4816
18Ipswich21371120 – 3716
19Leicester22351423 – 4814
20Southampton21131713 – 476