Føroyingar fáa ofta skotið í skógvarnar, at vit hava tað torført at blíva samd um nakað sum helst, og júst í málinum um at seta strangari tiltøk í verk móti Russlandi, er tað sjón fyri søgn, at hetta er støðan. Tí hyggja vit í álitinum frá Uttanlandsnevndini í Løgtinginum, viðvíkjandi víðkaðar heimildir at áseta reglur um avmarkandi tiltøk, so hevur nevndin skipað seg í ein meiriluta og ikki minni enn tríggjar minnilutar.
Tað vil siga, at tað eru sjey limir í Uttanlandsnevndini, men tað eru fýra ymisk sjónarmið í álitinum.
Meirilutin í Uttanlandsnevndini, sum eru samgongulimirnir Bjarni Hammer, Sólvit E. Nolsøe, Liljan Weihe og Annika Olsen, ynskir, at breið semja er um førda uttanríkispolitikkin, til frama fyri land og fólk. Viðgerðir í Løgtinginum verða ofta partapolitiskar og flyta seg frá ítøkiliga málinum og kunnu harvið fáa óneyðuga neiliga ávirkan á føroyska uttanríkispolitikkin.
Uttanríkispolitiskar ósemjur eiga ikki at verða viðgjørdar í Løgtinginum. Tí hevur tað stóran týdning, at so hvørt sum landsstýrismaðurin nýtir víðkaðu heimildina, ið varð tikin frá undanfarna landsstýrismanni, so tekur meirilutin tað sum eina sjálvfylgju, at landsstýrismaðurin sbrt. § 54 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ráðførir seg við Løgtingsins Uttanlandsnevnd.
Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Gott sum er
Bæði Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkinum, og Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum halda, at verandi lóg er góð sum er, og at vit seta somu tiltøk í verk, eins og í ES og Noreg.
Munurin millum Bárð og Jacob er tó tann, at Bárður av Steig Nielsen mælir til, at landsstýrismaðurin kann seta tiltøk í verk, frá lógini í fjør um avmarkandi tiltøk, við hesum broytingaruppskotinum:
“Tiltøk kunnu setast í verk, tó skal landsstýrismaðurin fáa heimild í serstakari løgtingslóg, um fiskivinnuavtalur við onnur lond ella avtalur um útflutning av fiskavørum og matvørum verða avmarkað.”
Jacob Vestergaard mælir eisini til, at landsstýrismaðurin kann avmarka virksemið hjá russiskum fiskiskipum í ávísum havnum í Føroyum av sínum eintingum, og hevur hettar broytingaruppskotið:
“Tiltøk, sum kunnu ávirka fiskivinnuavtalur við onnur lond, ella sum avmarka útflutning av fiskavørum og matvørum,kunna ikki setast í verk uttan við heimild í serstakari løgtingslóg. Tó kann landsstýrismaðurin avmarka virksemi hjá russiskum fiskiskipum at fara fram í ávísum havnum í Føroyum.”
Jenis av Rana í Miðflokkinum sigur, at hann fer at taka støðu í tingsalinum, men at hann longu hevur tikið støðu til tað, tá Russland leyp á Ukraina. Tí fer hann at atkvøða við samgonguni, men at tað er ógreitt, hvussu hin tinglimurin í Miðflokkinum, Steffan Klein Poulsen, fer at atkvøða.
Formaður í Uttanlandsnevndini er Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin, næstformaður er Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkinum. Hinir limirnir eru: Liljan Weihe og Annika Olsen úr Tjóðveldi, Sólvit E. Nolsø úr Framsókn, Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum og Jenis av Rana úr Miðflokkinum.
Uttanlandsnevndin gevur landsstýrinum tilráðingar í uttanlandsspurningum sambært § 54 í Stýrisskipanarlógini, áðrenn avgerðir, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning, verða tiknar og gevur annars Løgtinginum tilmæli í útlendingamálum, øllum uttanlands- markna- og verjumálum, eisini um viðurskiftini við Danmark. Innihaldið í ráðførslunum er í flestu førum loyniligt.
Tingfundurin er í løtuni í Løgtinginum um málið. Til ber at fylgja við her.