

Útvísti EB/Streymsvenjarin: – Eg mótmælti bara einum brotssparki sum ikki var dømt
10.05.2026Í samrøðu við Trygva Absalonsen heldur Sigfríður S. Clementsen, høvuðsvenjari hjá EB/Streymi, ið fekk reyða kortið móti dystarenda, at fjórði dómarin gjørdi ov nógv av við at syrgja fyri, at hann fekk reyða kortið. Sigfríður sigur seg bara mótmæla einum brotssparki sum ikki var dømt. Hann heldur, at dómararnir eru ov smásærir, og eru ikki í nóg góðum formi til at døma eina deild, hvørs likamliga støðið er nógv hækkað.
















