Ein maður í tretivunum, sum kom til Føroya við Norrønu í gjár, vísti eitt falskt pass, tá ið hann varð biðin um samleikaprógv.
Í grundlógarhoyring í Føroya Rætti fyrrapartin játtaði maðurin seg sekan. Hann varð dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing og útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í trý ár.
Maðurin, sum er úr Albania, hevur einki tilknýti til Føroyar. Hann kom til landið við Norrønu í gjár, og tá ið hann varð biðin um at vísa samleikaprógv, vísti hann tollvaldinum eitt falskt pass.
Maðurin varð handtikin og førdur fram til grundlógarhoyring í Føroya Rætti fyrrapartin í dag.
Skjalafalsan er eitt sera álvarsamt lógarbrot, og tað sæst eisini aftur í dóminum.