Føroya Váðaráð metir ikki, at tekin eru um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum.
Búskapurin er framvegis í framgongd, hóast útflutningurin av laksi er raktur av bæði príslækkingum og øktum tolli úr USA. Serliga er tollurin til USA hækkaður úr 0 prosentum upp í 10 prosent, og tað saman við øktum útboði av laksi hevur trýst prísirnar niður. Hóast nøgdina av útfluttum laksi øktist 13 prosent, fall virðið 5 prosent.
Arbeiðsloysið er lágt, inflatiónin minkar, og lønirnar eru hækkaðar. Hetta stuðlar undir, at privata nýtslan er ikki minkað, og at húsarhaldini hava fingið meira tiltøkupening. Rentulækkingarnar hava eisini hjálpt, bæði við at minka bústaðarútreiðslur og økja eftirspurningin eftir fígging.
Útlánsvøksturin í føroysku bankunum var 4,7 prosent í apríl 2025, serliga grundað á økt útlán til kommunur og húsarhald. Til húsarhald var vøksturin 6,9 prosent, og til kommunur 6,6 prosent. Men útlán til privata vinnulívið var negativur.
Sethúsaprísirnir halda fram at vaksa, og tað er framvegis trupult at sleppa inn á bústaðarmarknaðin. Tað, at tað ikki er lætt at fáa tak yvir høvdið kann eisini vera ein orsøk til, at fleiri ung í aldrinum 15–30 ár ikki eru flutt heimaftur. Nettotilflytingin er vend til fráflyting, og fleiri eru flutt av landinum seinastu tvey árini enn til Føroya.
Innlánini eru eisini vaksin 10,7 prosent í apríl – og samlaða innlányvirskotið var 2,7 milliardir krónur. Flestu húsarhaldini hava lán við broytiligari rentu, og 97 prosent av skuldini er við avdráttum, sum ger tey meira mótstøðufør, tá ið rentan broytist.