, ,

Væl í gongd við at byggja Smyril Line terminal

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Á Molanum við Eystaru Bryggju í Havn er nú komið væl í gongd við at at byggja nýggjan terminal fyri Smyril Line og Tórshavnar Havn.

Fitt av gravi- og planeringsarbeiði er gjørt og nakað av betongi er eisini komið upp.

Smyril Line og Articon undirskrivaðu í fyrr í ár sáttmála um at byggja farstøð, sum eisini umfatar pakkhús og skrivstovuhøli.

Í verkætlanini er somuleiðis ein samstarvsavtala millum Smyril Line og Tórshavnar Havn um brúk av terminalinum.

Meðan Smyril Line fær nyttu av størri goymslu og skrivstovuhølum, skal Tórshavnar Havn eisini hava ágóðan av einari nýggjari, størri og betri farstøð í mun til ta gomlu.

“Við hesi verkætlan vilja Smyril Line og Tórshavnar Havn í felag framtíðartryggja virksemið og veita føroyingum betri tænastu,” varð sagt í vár í sambandi við at avtalan varð undirskrivað.

Tann nýggja farstøðin við goymslu og skrivstovum fer at verða tilsamans slakar 7.400 fermetrar til støddar. Við tollbygningi, landgongubrúgv og innskrivaraklivum kemur tann samlaða støddin upp á stívliga 8.000 fermetrar, sambært Tórshavnar Havn.