Malan Johansen, landsbankastjóri, sigur í dag at vit skulu vænta onkra rentulækking aftrat.
Evropeiski miðbankin, ECB, og danski tjóðbankin lækkaðu ígjár rentuna 0,25 prosent. Lækkað tjóðbankar rentuna, plaga føroysku peningarstovnarnir at gera tað sama, typiskt ein mánað eftir kunngerðina.
Hetta er triðju ferð at rentan er lækkað, og tískil meinar Malan Johansen at tað ikki er ósannlíkt, at rentan verður lækkað eina fjórðu ferð, møguliga í ár, ella fyrst í komandi árið.